Orðingar 1980-1989

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs. Orðingar 1980-1989

1989

Óli Petersen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1989
verður latin Óla Petersen. Óli Petersen fær heiðurslønina fyri hegnisliga í myndum at hava drigið fram fyri børnini og ungdómin Grindavísuna og Jákup á Møn. Óli hevur megnað at tekna til hesa vísu og henda tátt á ein tílíkan hátt, at tað yngra ættarliðið hevur tikið tað til sín. Her er bygd brúgv um mentunargjónna millum yngra og eldra ættarliðið.

Jákup Berg
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1989
verður latin Jákupi Berg. Jákup Berg fær heiðursløn fyri at hava givið út Barnatíðindi so at siga uttan slit í næstan fimti ár. Tey koma enn regluliga hvønn mánað. Jákup Berg hevur skrivað stóran part av tilfarinum sjálvur. Frá 1948 til 1951 prentaði hann Barnatíðindi á egnari prentsmiðju. Í nógv ár vóru Barnatíðindi dyggur boðberi millum børn í Føroyum. Nógv skrivaðu og yrktu til blaðið, onnur sóknaðust eftir onkrum at skriva saman við. Fleiri rithøvundar okkara vóru trúliga at síggja í blaðnum øll barnaárini. Eitt gott íkast til barnasøgu okkara er varðveitt í Barnatíðindum.
 

1988

Oddvør Johansen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1988 verður latin Oddvør Johansen. Oddvør Johansen fær heiðursløn fyri bókina Skip í eygsjón, ið er fyrsta royndin hjá Oddvør at skriva eina skaldsøgu fyri eldri børn. Á løttum máli verður lesarin kunnaður um livikorini í Føroyum fyrst í 1800 talinum. Kendar søguligar hendingar gera bókina læruríka, spennandi og hugtakandi.
 

1987

Pauli Nielsen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1987
Pauli Nielsen fær heiðursløn fyri týðingar sínar av bókunum Abbi er sjórænari, Søgan um blóðreyða súrepli, Gummi-Tarzan, Hodja úr Pjort og Albert. Pauli Nielsen hevur síðan 1974 týtt og givið út bøkur bæði til yngri og eldri børn. Sigast má at Pauli hevur verið heppin í vali av bókum. Kjarnin í bókunum er hugflogið, sum gevur barninum høvi at koma burtur úr gerandislívinum yvir í tað ævintýrkenda. Hann hevur megnað á løttum og góðum máli at varðveita tað skemtiliga og speisama í bókunum.
 

1986

Dropin
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1986
Forlagið Dropin við Ingrið Sondum, Bjørg Matras Jensen og Niels Nattestad.
Hóast forlagið Dropin bert hevur fá ár á baki, hevur tað megnað at fingið umsett og givið út fleiri barnabøkur til eldri børn. Ikki bert í vavi hevur hetta verið eitt stórt tak, men eisini hava tey verið sera heppin í vali av teimum verkum, forlagið hevur greitt úr hondum. Tey hava lagt seg eftir at fáa til vega dygdargóðar bøkur á føroyskum, sum nýliga eru útkomnar í grannalondum okkara. Bøkurnar eru snøggar og vakrar í útsjónd. Og tað er at fegnast um, at tær flestu eru prentaðar í Føroyum.
 
Nýlendi
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1986
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs verður latin forlagnum Nýlendi við Jákupi í Skemmuni. Jákup hevur síðan 1977 givið nógvar barnabøkur út og hevur sostatt ríkað tann føroyska barnabókaheimin. Hesar bøkur, sum hann eisini sjálvur hevur umsett úr fremmandum máli, eru serliga ætlaðar yngri børnum. Tær eru flest allar prýddar við nógvum og góðum myndum, so børnini sjálv ella saman við vaksnum kunnu njóta tær við stórari gleði.
 

1985

Marius Johannesen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1985
Marius Johannesen fær heiðursløn fyri bøkurnar Føroysk barnaspøl, Jólabókin og týðingar av ævintýrum. Marius Johannesen hevur við at savna og geva út barnaspølini varðveitt ein siðsøguligan mentunararv. Tann góði frásøguhátturin og tekningarnar gera tey lætt atkomilig hjá bæði børnum og vaksnum, so at sjálvt burturgloymd spøl kunnu verða tikin uppaftur. Bókin er hugvekjandi og eggjar til leik og spæl. Við frálíka góðu týðingunum av ævintýrum hjá H.C. Andersen og P. Biegel og søgunum í Jólabókini hevur rithøvundurin givið føroyskum børnum fjølbroyttan lesnað á óbundnum og bundnum máli. Í Jólabókini standa fleiri væl umtóktir sangir, sum Marius Johannesen hevur yrkt, nevnast kunnu: Góða mamma kom nú og Jólamaðurin, sum er vorðin fólkaogn.

Steinbjørn B. Jacobsen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1985 verður latin Steinbirni B. Jacobsen. Steinbjørn B. Jacobsen fær heiðursløn fyri bøkurnar Hin reyða ryssan (1979), Maria og rossið (1980) Lív og dýrini (1981), Mia og Eyð (1981), Reyða (1983)og Si og Sú (1985) við hesi grundgeving: Rithøvundurin hevur við ágrýtni útvegað upphavinliga føroyskar barnabøkur. Við bókaraðnum um Mariu og rossið hevur hann gjørt eina væleydnaða roynd á sannlíkan hátt at lýsa liviumstøðurnar í nútíðarsamfelagnum við hendingum, sum føroysk børn kenna aftur. Rithøvundurin hevur tikið upp nýggjan tátt við at lata bókina Mia og Eyð fara fram sum brævaskifti, og í bókunum Lív og dýrini og Si og Sú vil hann vekja ans fyri náttúruni. Í øllum bókum hansara verður stórur dentur lagdur á týdningin av samanhaldi.
 

1984

Ebba Hentze
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1984 verður latin Ebbu Hentze. Ebba fær heiðursløn fyri bøkurnar Antonia og Morgunstjørnan, Antonia mitt í verðini og Mamman eigur meg. Hon hevur í hesum bókum fjølbroytt, livandi og kensluborið lýst fólk og umhvørvi. Hon vísir, at hon dugir at liva seg inn í barnasálina og lýsa hugaheimin hjá børnum. Bøkur hennara verða at telja millum perlur í okkara skaldskapi, hóast upprunabøkurnar ikki eru skrivaðar á okkara máli

Elin Súsanna Jacobsen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1984 verður latin Elini Súsonnu Jacobsen. Nevndin fyri Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs hevur samtykt at býta aðra barnabókaheiðurslønina fyri 1984 í helvt og lata annan partin til Elina Súsonnu Jacobsen. Elin Súsanna fær heiðurslønina fyri týðingar sínar av bókunum Antonia mitt í verðini og Mamman eigur meg. Hon vísir í týðingunum hegni at varðveita virðini í upprunatekstinum, og okkara børn hava soleiðis fingið høvi til at lesa bøkurnar á góðum og løttum føroyskum máli

William Heinesen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1984 verður latin Williami Heinesen. Nevndin fyri Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs hevur samtykt at býta aðra Barnabókaheiðurslønina fyri 1984 í helvt og lata annan partin til William Heinesen. William hevur prýtt bøkurnar Antonia mitt í verðini og Mamman eigur meg við litføgrum og hugtakandi klippmyndum. Hann hevur við hesum myndum givið bókunum ein listarligan dám, ið ger tær bæði heimligar og vakrar, og tí verða tær hugaliga hjá børnum at lesa.
 

1983

Guðrun Gaard
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1983
verður latin Guðruni Gaard. Guðrun fær heiðursløn fyri fyri frásøgur og tekningar í bókunum Snøkil og Snáka og Snøkil og Snáka í haganum við hesari grundgeving: Guðrun Gaard hevur við bókunum skapað føroyskum børnum bøkur við varandi virði. Hugmyndirnar um tey góðu vættrahjúnini eru úr føroyskari siðsøgu, og eru settar fram á ein livandi frásøguhátt, sum hugtekur børn og vaksin. Bæði orðaval og setningslag er gott føroyskt, og hendingarnar í bókunum fara fram í føroyska samfelagnum og føroysku náttúruni. Tær verða lýstar við góðum litmyndum, so at børn taka tær til sín og liva við søgunum. Samstundis skapa tær ans og virðing fyri náttúruni.
 
Alexandur Kristiansen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1983 verður latin Alexandur Kristiansen. Alexandur fær heiðursløn fyri yrkingar og løg í bókunum Kannubjølluvísur og Barnabros við hesari grundgeving: Alexandur Kristiansen hevur í bókunum yrkt og gjørt løg til sangir við alkendum virði. Yrkingarnar eru við formi og rímum listarligar og hava gott hugflog. Fleiri hava ein boðskap at bera, meðan aðrar eru bert at stytta sær stundir við, og tær flestu eru úr føroyskum umhvørvi. Ímillum eru eisini týddar yrkingar, sum vísa á góð evni til at týða á bundnum máli. Á lættskiljandi hátt við góðum føroyskum orðafellum verða djúpar hugsjónir um sól, mána og jørðina lýstar, so at eisini børn kunnu skilja tær. Løgini, sum eru sett til, gera at børn sum vaksin kunnu gleða seg um hesar sangir.
 

1982

Petur Andreassen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1982 verður latin Peturi Andreassen. Petur fær heiðursløn fyri arbeiðið hann hevur gjørt at týða bøkur fyri børn til føroyskt. Petur Andreassen hevur ríkað føroyska bókaheimin við týðingum sínum av dygdargóðum barnabókum. Tað er umráðandi at hava góðar týðarar, ið duga at skriva gott, livandi føroyskt mál, tí er arbeiði hansara av stórum týdningi fyri føroyskar bókmentir.
 
Christian Høj
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1982verður latin Christiani Høj.
Síðani seinna heimsbardaga hevur Christian latið frá sær onkra søgu ella onkra bók á nærum hvørjum ári. Stuttir setningar og gott orðavæl eyðkennir frásøguhátt hansara. Christian Høj hevur givið føroyskum børnum nógvan lesnað á góðum máli í einari tíð, tá ið lítið var at lesa hjá børnum á føroyskum.
 

1981

Martin Næs og Martin Joensen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1981
Martin Næs og Martin Joensen fáa heiðursløn fyri orð og myndir í barnabókini Per og eg og yrkingasavninum Úr við hesari grundgeving: Í Per og eg lýsa teir báðir við fjølbroyttum orðatilfari og hugtakandi myndum á einfaldan og sannlíkan hátt lyndið og umhvørvið hjá børnum. Eisini í tí livandi frásøgnini av vinalagnum millum teir báðar dreingirnar kunnu børnini kenna seg aftur. Í yrkingasavninum Úr hava teir á sama hátt megnað í bundnum máli og myndum at siga børnum nakað bæði um tað, ið fer fram í og uttan um tey.

1980

Elinborg Lützen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1980
Elinborg Lützen fær heiðursløn fyri arbeiði hon hevur gjørt við at prýða føroyskar barnabøkur. Við tekningum og linoleumsskurðum hevur hon gjørt føroyskar barnabøkur lættari og áhugaverdari at lesa. Longu í bókini Í skýmingini (1948), vísti hon sítt skynsemi og síni listarligu evni sum barnabókateknari. Hon hevur síðani tá verið við at tekna í ein hóp av barnabókum, og her hevur hon gjørt eitt slóðbrótandi arbeiði. Nevnast kann, at í bókarøðini Ævintýr I-IV, (1959-1974), hevur Elinborg Lützen teknað allar tær 79 tekningarnar. Við sínum eyðkenda sniði hevur hon lýst gongdina í søguni, søgnini, skjaldrinum, yrkingini og í ævintýrinum, soleiðis at bæði børn og vaksin hava víst hesum bókum stóran áhuga.
 
Heðin Brú
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 1980
Heðin Brú fær heiðursløn fyri týðingar hansara av bókmentum til børn. Nevndin hevur serliga havt í huga bókarøðina Ævintýr I-IV, sum kom út 1959-1974. Heðin Brú hevur umskrivað og lagað hesi ævintýrini soleiðis, at tey, hóast tey eru úr ymiskum londum, ikki kennast fremmand fyri føroyskum børnum. Høvundurin hevur havt í huga gamla frásøguháttin, og tí hóska ævintýrini - umframt sum sjálvlestur - eisini væl at lesa fyri børnum. Seinasta barnabókin, Heðin Brú hevur týtt, er Brøðurnir Leyvuhjarta eftir Astrid Lindgren. Við hesi framúrskarandi týðing hevur hann enn einaferð víst sítt sjáldsama hegni at týða barnabøkur.

Tilfar