Orðingar 2000-2009

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs. Orðingar 2000-2009
2009

Dánjal á Neystabø og Búi Dam
Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2009
Í Ævintýraferðini hjá barngóðu sjónleikarunum og tónleikarunum Dánjali á Neystabø og Búa Dam er samspælið hendinga væl funnið uppá.
Ferð aftan á ferð hava teir við sínum snildu, stuttligu og skemtiligu framførslum rúnarbundið børnini. Børnini lofta eini leikandi orðaflóð, ið myndar einføld rím, søgur og tónleik á høgum stigi.
Tað sermerkta við Ævintýraferðini er, at teir báðir leggja upp til hugflogið hjá tí einstaka barninum og tvinna avbjóðandi,
ævintýrkendar hendingar uppí.
Ævintýraferðin er ein væleydnað og upplivingarrík verkætlan, ið hevur tikið børnini á bóli.
 

2008

Marjun Syderbø Kjelnæs
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs 2008
Rithøvundurin Marjun Syderbø Kjelnæs hevur við bókunum ”Hvør fjalir seg í postkassanum?”  og ”Hvør fjalir seg í ferðataskuni?” bjóðað einum forvitnum lesaraskara av. Børnum dámar hesi spurnarheiti, ið leggja seg upp at eini spennandi søgugongd.  
Marjun skrivar við hendinga góðum hugflogi. Hon er á tremur við góðum, stuttligum og spennandi frásøgum. Hon lýsir og menniskjansger lítlar verur ella pinkur, ið fjala seg, hóast tær eru komnar higar heilt av Jamaika. Pinkur kunnu eisini vera við til at gera mun og loysa gerandistrupulleikar.
Boðskapurin í bókunum hevur ein farra av filosofi, sum er sera beinrakin. Marjun Syderbø Kjelnæs er ein fongur í barnabókmentum okkara. Beinraknu søgurnar um pinkuverur eru væl funnar uppá.

Hanni Bjartalíð
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs 2008
Myndprýðarin og teknarin Hanni Bjartalíð hevur í mong ár verið sjónligur í føroyskum barnabókum við sínum sermerktu, sigandi og berandi søgumyndum.
Í  bókunum “Hvør fjalir seg í postkassanum?” og “Hvør fjalir seg í ferðataskuni?” skarar listamaðurin Hanni Bjartalíð framúr. Hann skapar saman við søguskrivaranum eina hendingaríka og merkisverda søgu, har sterku og litríku tekningarnar lyfta góðu søgugongdina upp á eitt hægri stig.
Hanni Bjartalíð dugir hendinga væl einfalda, barnakenda myndagerð. Samstarv og samsvar millum høvund og teknara er fyrimyndarligt. Eyðsýndar smálutir, ið tekkjast smáum sum stórum, megnar Hanni við listaligum strokum at fáa fram til lesaran og eygleiðaran.

2007

Bárður Oskarsson
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs 2007
Teknarin og barnabókahøvundurin Bárður Oskarsson sýnir hugtakandi listarligt hegni, tá hann lýsir eina søgugongd.
Bárður hevur einfaldar og sigandi loysnir í myndalýsingum sínum, sum børn og vaksin kenna seg aftur í. Tekningarnar eru skemtiligar og hugfarsligar og tola at standa einsamallar. At myndlesa boðskapin hjá listamanninum er ein fragd.
Hann dugir hendinga væl at raka ein breiðan lesaraskara. Bøkurnar Ein hundur, ein ketta og ein mús, Pól, hin kuli giraffurin og Beinið peika við sínum eyðkendu og beinraknu litum á ein barngóðan, einfaldan og væl útbornan listamann.
Bárður Oskarsson hevur sermerktan tekningarstíl, har smálutir bera søgugongdini uppi, og trætur og ósemjur  koma til sættis.
 
2006

Steintór Rasmussen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs 2006 verður latin Steintóri Rasmussen yri hugskotið og útgávuna Kular Røtur.
Øll børn í Føroyum kennast við hugtakið Kular Røtur. Hetta eru beinraknir barnasangir við stuttligum og ævintýrkendum innihaldi, ið bera upp á rím.
Løgini eru ljómandi og leikandi løtt. Innihaldið er núligt og ganga orð, myndir og tónleikur í eina heild, sum hóvar børnunum væl.
Steintór Rasmussen hevur við útgávuni Kular Røtur sýnt listarligt hegni og fingið fram sanggleðina hjá okkum øllum, smáum sum stórum

2005

Theodor Hansen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs 2005
verður latin mentamanninum og læraranum Theodor Hansen.
Theodor Hansen hevur kenslusamur í drúgt tíðarskeið strembað eftir at lata føroyskum børnum fjølbroyttan og kunnandi lesnað í eini tíð, tá eftirspurningurin var ovurhonds stórur.
Tað, Theodor hevur lagt eftir seg, er vandaliga farið um. Hann er hendinga góður við móðurmálið og sum týðari ein fongur hjá lesaranum.
At Theodor Hansen hevur fylgt tíðarandanum, eru søgurnar úr Narnia gott prógv um.
Handbókin um dýr og plantur er ein varði í yrkisbókmentum okkara

Grafik Studio við Inga Joensen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs 2005 verður latin Grafik Studio við Inga Joensen.
Grafik Studio hevur brotið upp úr nýggjum við tíðarleysa ævintýrinum hjá Dr. Jacobsen "Trøllið hjá Pápaleysa".
Meistaraliga hevur Ingi Joensen saman við Mashu Yozefpolsky prýtt og sniðgivið hesa snotiligu bók.
Bókaverkið verður heiðrað, tí Grafik Studio hevur megnað at nýskapa gamalt ævintýr.
Við bókini fylgir fløga, sum saman við myndum, ljóði og tónleiki gevur barninum eina góða uppliving.

2004 Eingin

2003

Alexandur Kristiansen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs 2003
Alexandur Kristiansen
Í stívliga trý áratíggju hevur hesin virkni og eldhugaði høvundi hugtikið føroysk børn við sínum skaldskapi, sum brosar av kæti, álvara og hugflogi.
Við yrkingum sínum fær Alexandur Kristiansen bæði børn, ung og vaksin at smílast, flenna, hugsa og undrast.
Hann spælir við orð, sum fara á flog úr Trøðum á Sandi til fjarðskotna landið – haðani “Ein halastjørna er komin“.
 

2002

Sólrún Michelsen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2002 verður latin Sólrún Michelsen fyri barna- og ungdómsskaldskap hennara.
Sólrún Michelsen hevur á livandi og løttum máli skrivað áhugaverdar, skemtiligar og spennandi søgur, sum børn og ung taka til sín.
Argjafrensar og Útiløgukattar lýsa á sera fløvandi, skemtiligan og sannførandi hátt barna- og ungdómsár rithøvundans.
Hin útvaldi og Geislasteinar føra okkum inn í ein spennandi, hendingaríkan og hugtakandi ævintýrheim.
Sólrún Michelsen hevur við bókum sínum sýnt, at hon spennir víða, hevur hugflog og fjølbroyttar gávur.
 
2001

Maud Heinesen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2001
verður latin Maud Heinesen fyri barnaskaldskap hennara.
Maud Heinesen hevur á løttum, livandi máli skrivað søgur til stór og smá børn.
Søgurnar eru viðkomandi og mynda tíðina, tær eru skrivaðar í. Tær viðgera gerandisdagin hjá børnum og nema stundum við viðkvom evni, ið børn og samfelag seta spurningar við.
Við sínum lívsjáttandi skrivingarlag megnar Maud Heinesen at hugtaka lesaran.

2000

Effie Campbell
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs 2000 verður latin Effie Campbell.
Við atliti at 1000 ára haldinum fyri kristnanini av landinum hevur nevndin sæð tað neyðuga í, at vit innan kristnar bókmentir hava so virknan týðara sum Effie Campbell, ið við sínum skýmingarløtusøgum hevur havt ein greiðan boðskap.
Børnunum dámar at hoyra og lesa hesar stuttu og einfaldu søgur.
Trúfesti og leiklut hennara í Sunnudagsblaðnum og í jólabókum hevur nevndin eisini havt í huga.

Tilfar