Orðingar 2010-

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs. Orðingar 2010-

2018

Barnamentanarheiðurslønin í 2018 varð latin Vár Berghamar Jacobsen, sum seinastu mongu árini hevur latið sítt drúgva íkast til føroyska barnamentanarpallin. Hon hevur skrivað og leikstjórnað sjónvarpsrøðina Likkulikkuleia, sum hon saman við ommuni úr Dali gjørdi til fólkaogn.
Hon hevur m.a. eisini skrivað útvarpsleikin Luddi og Lundisa, leikritið til jólakalendaran og sangleikin Jól í grannalagnum og verið við til at geva út søgufløguna Søguskrínið.
Í vár setti hon leikin um Ludda og Lundisu á pall, og seinni í ár kom eisini søgan um tey bæði út í vakrari myndprýddari bók. Søgan um fitta lundaparið Ludda og Lundisu er skrivað á løttum og livandi máli við fangandi rímum, sum eru við til at menna málið hjá børnum.
“Vár hevur við sínum fjølbroyttu gávum og livandi hugflogi givið føroyskum børnum ein litríkari og stuttligari heim at liva í”, sigur nevndin millum annað í grundgeving sínari.

2017

Hjálmar Dam og Hanna Flóvinsdóttir 
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2017. Hjálmar Dam og Hanna Flóvinsdóttir.

Hjálmar Dam og Hanna Flóvinsdóttir hava síðstu árini gingið undan at seta sjónleikir fyri børn á pall. Tey hava hegnisliga skrivað, leikstjórnað og spælt seg inn í hjørtuni á bæði vaksnum og børnum. Stuttligu og forvitnisligu leikirnir hava givið børnunum hendinga góðar og væleydnaðar upplivingar, ið hava rúnarbundið tey. Serliga hevur leiklistarliga pallmyndin givið sítt til, at børnini verða flutt inn í ein markleysan, ævintýrkendan heim, har alt ber til.

Havnar Sjónleikarfelag 
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2017. Havnar Sjónleikarfelag.

Havnar Sjónleikarfelag hevur seinastu mongu árini megnað at verið karmur um góðan og fjølbroyttan sjónleik til børn. Eldri og nýpallsettir leikir, sum flestu eru bygdir á kendar og virdar barnabókmentir sum t.d. Pinocchio, Klintrimús og hini dýrini í Valbakkaskóginum, Fólk og dólgar í Kardamummubýnum og Pettson og Findus, hava fest seg í medvitið hjá børnum kring alt landið. Leikirnir hava í kapping við nógvar talgildar pallar fylt Sjónleikarhúsið í vikur og mánaðir. Leiklistarliga hava teir givið børnunum eina heilt nýggja dimensión av kendu og elskaðu verunum úr bókmentum og filmi.

2016

Beinta Johannesen
Beinta Johannessen verður heiðrað fyri sítt áhaldandi arbeiði at skapa børnunum áhugavert tilfar. Úr rúgvuni kann nevnast arbeiðið við Míni jólabók og Stroki og krabbabøkurnar um fuglar og djór í Føroyum. Haraftrat eru tað tær mongu søgurnar og bøkurnar, hon hevur myndprýtt við vøkrum og stuttligum myndum.
Beinta hevur við avriki sínum sýnt, at hon hevur hugflog og fjølbroyttar gávur.

Joan Sørinardóttir
Við bókini ”Hvannpoppkorn & summardáafruktsalat” hevur høvundurin við sínum fittu søgum, vøkru myndum og upplýsandi tilfari megnað at samansjóða eina áhugaverda heild, sum bæði børn og vaksin kunnu fáa gleði av.
Uppskriftirnar í bókini eru lættar og leskiligar, og tilfarið er tikið úr tí náttúruríkidømi, vit hava uttan um okkum, og sum vit annars ikki geva ans.

2015 Eingin

2014

Elin á Rógvi
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2014 verður latin Elini á Rógvi.
Elin á Rógvi hevur prógvað, at hon megnar at endurgeva barnamál og tankar á ein hátt, sum fer beint í hjartað á børnunum. Somuleiðis megnar hon at tvinna ymsar listagreinar – dans, sang, skaldskap, sjónleik og upplestur, so at heilskapað verk koma burturúr.
Í 2013-2014 hevur Elin á Rógvi, eins og undanfarin ár, verið virkin og ríkað barnamentanarpallin við barnabókini Og mamma. Málið er livandi og skemtiligt, og bókin kemur veruliga til sín rætt, tá ið hon verður lisin upp fyri børnum. Eisini hevur hon skrivað leikin Sangur í mjørka við íblástri úr ritverki Hans Andriasar Djurhuus. Hesin leikur viðger eins og bókin týðandi temu og tilveruspurningar.
Elin á Rógvi hevur við sínum rúgvusmikla og viðkomandi arbeiði sýnt, at hon spennir víða, hevur hugflog og fjølbroyttar gávur.

2013

Rakel Helmsdal
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2013: Rakel Helmsdal.
Rakel dugir hendinga væl at samantvinna ymisku listagreinirnar, og hetta ber tónleikaævintýrið Veiða vind, ið hon skrivaði fantasifullu og fabulerandi søguna til, boð um. Verkið kom út í bók við stásiligum og litføgrum myndum hjá Janusi á Húsagarði og tónleiki hjá Kára Bæk. Verkið er eisini útsett fyri symfoniorkestur og, eins og Skrímslini, framført sum marionett-teatur. Myndabøkurnar um Skrímslini spretta úr fruktagóðum norðurlendskum samarbeiði, ið hevur vunnið viðurkenning uttanlands. Søgurnar møta børnunum í eygnahædd og viðgera viðkomandi tilveruspurningar. Søgurnar sampakka serliga væl við stóru, dramatisku myndirnar og serstøku grafisku uppsetingina.
Rakel er sera virkin og nýskapandi listakvinna, ið áhaldandi hevur ríkað barnamentan okkara.

Hilmar Joensen
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2013: Hilmar Joensen.
Hilmar Joensen hevur sum fáur evni at skapa lív rundan um seg og hevur staðið á odda fyri leik- og tónlist bæði í heimbygdini Nólsoy og aðrastaðni. Hilmar telist millum persónmenskur, sum sjálvbodnar eru drívmegin handan týðandi barnamentanarlig átøk.
Sum stigtakari til Hvør er kongur í Kongagøtu hevur Hilmar enn einaferð borið sang og leik inn um skúlagátt,til gleði fyri bæði næmingar og lærarar.
 

2012

Hjørdis Johansen
Barnamentanarheiðurslønin 2012 verður latin Hjørdis Johansen.
Fjølbroytta og virkna leiklistakvinnan Hjørdis Johansen er íbirtari og stigtakari til Dramaverkstaðið, ið hevur mong ár á baki. Við dirvi og dugna hevur hon gjørt leiklistagreinina fródliga og forvitnisliga hjá okkara børnum og ungu. Við hepnari hond, hegni og sínum bragdliga lyndi hevur Hjørdis Johansen givið listaverkstaðnum sín serkenda dramadám í tónleiki og sjónleiki bæði úti og heima.
Úr heimliga søgu- og sagnarvarða okkara hevur listakvinnan lagt doyin á at geva siðsøgugoymsluni ans.
Sangbæru og beinraknu barnasangirnar við Hjørdis og gentunum  minnast vit sum nakað heilt serligt,  teir eru lívsseigir og hoyrast javnan sungnir í skúlum og barnagørðum.

 

2011

Føroya Symfoniorkestur
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2011
Í eini aldagamlari kvæðamentan og eini livandi sangmentan hevur Føroya Symfoniorkestur við nýhugsan savnað føroysk børn til tónleikaligar heildarupplivingar.
Føroya Symfoniorkestur er ein fongur og hevur prógvað sín alstóra týdning fyri ta tónleikaligu menningina.
Okkara symfoniorkestur hevur við konsertum fyri barnagørðum og skúlum og sínum beinrakna tónleikaúrvali loftað teimum yngstu áhoyrarunum kring alt landið.
Jóla- og familjukonsertirnar við evnaríkum tónleikarum og spentum, syngjandi børnum geva afturljóð í jólahugnanum.

2010

Janus á Húsagarði
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs  2010 verður latin Janusi á Húsagarði.
Janus á Húsagarði er ein vandin og virkin listamaður, sum við sínum serliga hegni hevur gjørt vart við seg í føroyskum barnabókmentum.
Bøkurnar um Mosamollis og Mosalisu eru bæði litríkar og lívligar. Vit verða tikin av bóli, stór sum smá, tí gjøgnum søgumyndirnar skulu vit sjálvi spinna ein søgutráð.
Í barnabókahøpi er hetta eitt óvanligt og snilt frambrot. Vit eru til staðar í myndatilgongdini og liva okkum inn í heimliga og ævintýrkenda gerandisheimin hjá mosatrøllabørnunum.
Tað liggur so raðið fyri hjá Janusi at finna uppá, at helst eru fleiri mosatrøll eftir at lýsa í føroysku fjøllunum
 
Jensina Olsen
Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs 2010 verður latin Jensinu Olsen.
Jensina Olsen hevur givið okkara børnum nakað, sum ber av í tónleiki og sjónleiki.
Jensina fær børnini at sita undir hvørjum orði, hon sigur, og hvørjum ørindi, hon syngur og spælir. Hon hevur stuttligan og skemtingarsaman málburð og andlitskeipur, ið vit hava fragd av, og sum eru øðrvísi. Jensina er bersøgin, barngóð og opinskárað og dugir so væl at finna uppá.
Jensina er har, sum tíðin krevur, at ein er. Hon er spontan og bráð sum børnini, og ferð og futtur eru í hennara framúrskarandi framførslum.