Orðingar 1990-1999

Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens. Orðingar 1990-1999.

1999

Dorete Bloch
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1999 verður latin Dorete Bloch.
Dorete hevur í mong ár verið ein av fremstu náttúrugranskarum okkara, og hon hevur í sínum starvi lagt stóran dent á at greiða almenninginum frá um ríku náttúruna í Føroyum og um okkara leiðir. Samstarvið við onnur hevur verið fyrimyndarligt, ikki minst í seinasta verkinum Villini súgdjór í útnorði, sum umframt at geva greiðar og skilligar náttúruvísindaligar upplýsingar er eitt bókmentaligt prýði á høgum stigi.

Martin Tórgarð
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 1999 verður latin Martini Tórgarð.
Martin Tórgarð fær virðislønina fyri list sína sum kvøðari og skipari.
Martin hevur nomið kynstrið, ið nú er um at fara í Føroyum, at brúka karmar og møguleikar í føroysku kvæða- og dansitraditiónini og hevur á skapandi hátt ment sín persónliga stíl sum skipari. Martin skapar list, har hann skipar.
Eingin dansar einsamallur. Við hesi virðisløn hevur nevndin eisini dansifólkið í Føroyum í huga. Martin hevur vunnið uppiborna virðing í hesum umhvørvi, og fáur kann duga so nógv at kvøða og so nógv av føroyskum sangi sum hann.

Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir

1998

J.P. Gregoriussen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1998 verður latin J.P. Gregoriussen fyri bøkurnar Gomlu trækirkjurnar og Eldru hválvkirkjurnar.
J.P. Gregoriussen lýsir her føroyska siðsøgu, kristnisøgu og byggilistarsøgu í eini heild við egnu teknilist síni sum sambindingarliði.
Hann vísir list og samlag í føroyskari kirkjubygging, og fáur kann sum hann skapa listarverk sjálvt úr smæstu teknisku smálutum.
J.P. Gregoriussen hevur við bókum sínum gingið undan og reist ein hugtakandi minnisvarða um hugsanarhátt og listarligt hegni í farnari tíð.

Frits Johannesen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 1998 verður latin Frits Johannesen.
Nevndin vísir á tað stóra arbeiðið, sum verður gjørt úti um land okkara at fjálga og nøra føroyska mentan, og er samd um at heiðra Frits Johannesen fyri hansara fjølmentaða virki í orðum, myndum, og ikki minst í tónleiki.
Sum fyriskipari og kveikjari ríkar hann heimliga umhvørvi sítt og er fyridømi fyri alt landið.

Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir

1997

Doris Hansen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1997 verður latin Doris Hansen fyri bókina Søgan um hini.
Í Søgan um hini hevur Doris hegnisliga lýst gerandisdagin hjá einum minnilutabólki í Føroyum, teimum brekaðu, frá aldamótinum til 1981, ið var ár teirra brekaðu.
Karmurin í bókini eru tær lógir, ið hava verið galdandi á almannaøkinum hetta tíðarskeið, og í henda karm hevur rithøvundurin megnað at givið mynd av vinum, avvarðandi og skyldfólki, sum hevur verið fjald í føroyska samfelagnum.
Bókin er ein kærkomin lýsing av eini tíð, sum nógv hava gloymt ella ikki vitað nakað um. Serliga tað unga ættarliðið kann fáa gagn av hesi bók og av henni læra at skilja støðuna hjá teimum brekaðu.

Petur Jensen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1997 verður latin Peturi Jensen fyri yrkingasavnið Ongin sól er til.
Millum tey ungu skaldini, ið taka seg fram hesi árini, hevur Petur Jensen við hesum øðrum yrkingasavni sínum, vunnið sær eitt støði, sum óivað fer at hava týdning fyri føroyskan skaldskap frameftir. Royndir hansara á ymiskum økjum, ikki minst innan livandi, rútmiska tónleikin, vísa á nýggjar leiðir, har skaldskapurin fær fleiri keldur og víðari ræsur, enn hann hevur havt áður, og nýggja savnið vísir, at her eru kenslur og gávur, ið búnast skjótt.

Ólavur Hátún
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 1997 verður latin Ólavi Hátún.
Ólavur hevur sum sangstjóri í fýrati ár við sang- og tónlistastarvi sínum ment og sett dám á eitt blómandi, fjøltáttað føroyskt tónleikalív.
Hann hevur við miðvísum arbeiði kveikt lív og nørt um kórsang í Føroyum, og í altjóða høpi gjørt tónleik okkara kendan og virdan uttan fyri heimligu eingjargarðarnar.

1996

Árni Dahl
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 1996 verður latin Árna Dahl.
Árni Dahl hevur við fjølbroyttum, munagóðum starvi sum rithøvundur, ritstjóri og fyrilesari stutt og stimbrað mentan í Føroyum.
Sum útgevari hevur hann útint valaverk. Hann hevur dyggiliga greitt gøtuna fyri ungum føroyskum skaldskapi og hevur eisini røkt eldri føroyskar bókmentir, eitt nú við at geva út úrvalsrit eftir M.A. Jacobsen.
Síðst, men ikki minst, er her at nevna útgávan av klassiskum alheims skaldskapi á føroyskum.

Elin Súsanna Jacobsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1996 verður latin Elin Súsonnu Jacobsen fyri verkið Rúsdrekka - siðir og ósiðir við hesi grundgeving:
Høvundurin hevur granskað rúsdrekkasiðir í Føroyum seinastu hálvt annað hundrað árini. Hetta er granskingarøki, sum lítið hevur verið nomið við frammanundan, og Elin Súsanna hevur tí við hesum brotið upp úr nýggjum í føroyskari søgu- og siðsøgugransking.
Hetta er dygdargransking, tilfarið er neyvt og væl skipað og viðgjørt á høgum vísindaligum støði. Kortini er tað so lættliga og væl frásagt, at tað er forkunnugt og væl lesandi hjá øllum, sum hava áhuga fyri evninum.

Eingin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir

1995

Kári P.
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1995 verður latin Kára P.
Kári P. fær virðisløn fyri listaverk hansara í orðum og tónum, sum tað birtist í Vælferðarvísum og Hinumegin ringvegin.
Við sangum sínum røkkur Kári P. alvíða millum føroyingar bæði heima og burturi.
Sangir og yrkingar hansara eru kenslu- og vitborin fólkatónleikur, sum kastar ljós á menniskjað og kor tess í samfelagnum og í samtíðini.
Málsliga eru hetta livandi tekstir við dirvi og hugflogi.
Tað gløgga eygað fyri korunum hjá teimum, sum ikki valda, t.d. arbeiðarum og kvinnum - eyðkennir Kára. Eisini tað svíðandi speiið mótvegis sjálvgóðskuni og sjálvsvikinum í samfelagnum; og ikki minst neistandi fynd og humor í viðferðini av trongskygni og uppgávulyndi.

Martin Næs
Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1995 verður latin Martini Næs.
Martin fær virðisløn fyri bókina Hvør eigur flaggknappin?.
Í henni býður Martin Næs til samrøðu og kjak um mentanarspurningar, fyrst og fremst slíkar, sum á onkran hátt nema við bókmentir.
Hann setur fram forvitnisligt tilfar á bókfrøðiliga økinum. Hann ummælir bæði skaldskap og verk um skaldskap.
Hann skoðar bókmentir og mentan úr ólíkum sjónarhornum og setur í samfelagsligt og mentanarligt høpi.
Á dyggum støði ber hann fram gagnmeting og eldhugaðar hugsjónir um tann neyðuga mentanarpolitikkin.

1994

Jógvan Isaksen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1994 verður latin Jógvani Isaksen.
Jógvan fær virðisløn fyri bókina Í hornatøkum við Prokrustes og fyri bókmentaviðgerð hansara sum heild.
Jógvan Isaksen hevur sum bókmentafrøðingur miðvíst lagt seg eftir at fáa bókmentaheiminum sakligar viðgerðir av føroysku fagurbókmentunum.
Hetta er forkunnugt tilfar, sum kemur væl við, bæði hjá honum, sum roynir at ogna sær tað meiri torskilta, og í bókmentafrálæruni sum heild.
Í hornatøkum við Prokrustes er bók, sum greidliga og klárskygt gevur lesaranum amboð til djúpari fatan av skaldskapi Hanus Andreassens.

Ongin heiðursløn varð latin fyri fagrar bókmentir

1993

Jens Pauli Heinesen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1993 verður latin Jens Paula Heinesen.
Bláfelli er seinasti partur av størsta skaldsøguverki, skrivað á føroyskum: Á ferð inn í eina óendaliga søgu. Bókin er samtíðarsøga, har skaldið Jens Pauli Heinesen rekir træðrir og lítur inn í samtíð sína. Djúphugsin og víðfarin lýsir høvundurin fólk í Føroyum í síni tíð - viðurskiftir og fortreytir, tankar og gerðir - bæði sum bygdarfólk á útskerum og sum europearar í størri høpi.

Malan Marnersdóttir
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1993 verður latin Maluni Marnersdóttir.
Malan fær virðisløn fyri bøkurnar Fyri fyrst og Bylgjurnar leika í trá við hesi grundgeving:
Malan Marnersdóttir hevur við hesum bókum latið úr hondum úrslit av týðandi vísindaligum kanningararbeiði á kvinnubókmentaøkinum.
Hesi forkunnugu verk hava upplýsandi virði og hava týdning fyri bókmentasøgufatan føroyinga.
Malan hevur brotið upp úr nýggjum á hesum granskingarøkinum, og bøkurnar bera boð um vandnan og nærlagdan granskara.

Oskar Hermansson
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fjøltáttað bókligt og mentanarligt virki 1993 verður latin Oskari Hermansson.
Sum ritstjóri á Følv, sum týðari, yrkjari, søguskald og kveikjari, í leiklistini ikki minst, og sum upplesari hevur Oskar Hermansson sett sín dám á føroyskt mentanarlív í meira enn helmingin av okkara øld. Øll kenna Oskar.

1992

Tóroddur Poulsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1992 verður latin Tóroddi Poulsen.
Navn nam við navn lýsir tíðina, lívið og ættarliðini. Myndirnar eru gjørdar úr setningaketum og øvugtum hugamyndum, sum m.a. ímynda eina tokferð. Við hvørt halda yrkingarnar seg siga frá heldur óynsktum viðurskiftum, men tær vilja altíð fáa fram nýggjar merkingar til lesaran at taka støðu til.
Villur viðger eyðkend mál, sum eru frammi í tíðini. Tað lýsir yrkjaraskrá høvundsins, eins og tað leggur upp í skaldskaparkjakið.
Bæði yrkingasøvnini hava heildardám og siga frá eini týdningarmiklari skaldsligari búning.

1991

Bárður Jákupsson
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri bókmentir 1991 verður latin Bárði Jákupssyni.
Bárður fær virðisløn fyri bókina Mikines, um listamálaran Sámal E. Joensen Mikines, við hesi grundgeving:
Í hesum vakra verki hevur Bárður Jákupsson megnað at skapa heild, sum gevur fatan av broytingum og menning Mikinesar. Samstundis er hvør myndin vald við innliti og eyga fyri tí besta, vit eiga í føroyskari list. Mikines verður her lýstur úr føroyskum sjónarhorni. Á hetta grundarlag byggja tær sakligu viðgerðirnar av málningunum og tann kenslusama, viðhvørt skemtandi, frásøgnin um lív og lagnu málarans. Við hesi bók hava vit fingið møguleika at ogna okkum vitan um og yndi til tey listaverk, sum í dag eru so týðandi partur av tjóðararvi okkara.

Jóhan Hendrik W. Poulsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1991 verður latin Jóhan Hendriki W. Poulsen fyri bókina Føroysk-donsk orðabók, Eykabind.
Jóhan Hendrik hevur við orðabókastarvi sínum lagt dygdargott mentanarligt arbeiði úr hondum.
Við orðabókasendingunum í útvarpinum hevur hann eggjað fólki til at leita fram burturløgd orð og burturlagdar máliskur.
Hann hevur kveikt lív í mangt av tí, ið var um at fara í gloymsku.
Orðasmíð hansara hevur mangan hepnast væl, og við øllum málsliga virki sínum hevur hann ment og ríkað móðurmálið.

1990

D.P. Danielsen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 1990 verður latin D.P. Danielsen.
D.P. Danielsen fær virðisløn fyri bókina ...hvørt við sínar náðir.
Søguligi karmurin er niðursetubygdin, har alt skal byrja av nýggjum, og høvundurin lýsir við hegni og hugflogi menniskjuni og tær lívstreytir, ið vórðu teimum settar. Úr samrøðunum stíga persónarnir fram, og bygdin gerst ein heimur, har tað hevur eydnast høvundinum at skapa hugtakandi og fjølbroytta mynd av mannalyndinum.

Svenning Tausen
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 1990 verður latin Svenningi Tausen.
Svenning fær virðisløn fyri bókarøðina Orð um orð.
Høvundurin sýnir við málteigum sínum djúpa fatan fyri máli og stóra virðing fyri góðum málburði. Við beinraknum dømum dugir hann at siga frá, hvussu fólk, sum væl hava sitið undir málsliga arvi okkara, hava tikið til orðanna. Alt bókmentastarv Svennings ber dám av stórum yndi til móðurmálið.

Tilfar