Edward Fuglø, Vár Berghamar Jacobsen og Rannvá Mortensen
Edward Fuglø, Vár Berghamar Jacobsen og Rannvá Mortensen

Rannvá, Edward og Vár fingu virðislønir

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Vónbjørt Vang
08.11.18
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2018 vórðu í dag latnar á almennari samkomu í Müllers pakkhúsi. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Rannvá Holm Mortensen, meðan Edward Fuglø varð heiðraður fyri mentanaravrik. Barnamentanarheiðurslønin varð latin, Vár Berghamar Jacobsen.

Tíðindaskriv, 8. november 2018

Rannvá fær virðisløn fyri fagrar bókmentir
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2018 varð í ár latin Rannvá Holm Mortensen fyri yrkingasavnið Sólsmakkur. Rannvá hevur mest verið virkin sum listakvinna, men gav í ár fyrsta yrkingasavn sítt út. Nevndin sigur í grundgeving sínari, at “Beinanvegin heitið á bókini angar av poesi. Tann gjøgnumkomponeraða heildin av teksti og myndum lýsir lívsins gongd hjá tilkomnari kvinnu. Har eru ferðir víða um heimin, ljós barnaminni og ógvisligar vaksnakonuroyndir, hugsanir um veðurlagsbroytingar og flóttafólkastreymar, sansaligar kropsupplivingar og arbeiði sum laborantur, sjúkrarøktari og listamálari. Teir berandi myndburðirnir eru nágreiniliga evnaðir til og endurtiknir nakrar fáar væl úrvaldar ferðir – eitt satt meistaraverk.”
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir er 35.000 kr.

Edward fær virðisløn fyri mentanaravrik
Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2018 varð latin Edwardi Fuglø. Edward fær serliga mentanarlønina fyri listaverkini úr træi, sum hanga í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni. Tey tíggju relieffini úr nógvum ymiskum træsløgum um søguna hjá Jesusi úr Nazaret metir nevndin vera “eitt høvuðsverk í nútímans føroyskari list.” Í grundgeving síni siga tey, at: “Tað sameinir tað hugsanarsama hugskotið við ein at síggja til einfaldan rundan form, sum kortini er fjølbroyttur, tá hugt verður nærri at teimum einstøku relieffunum. Fyndugi formurin og myndasøguliga frásøgnin við innsettum lutum úr gerandisdegnum gera, at verkið er bæði álvarsamt, skemtiligt og hugvekjandi á ein hátt, sum talar til øll.”
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik er 35.000 kr.

Limir í nevnd M.A. Jacobsens eru Erling Isholm, Jákup Jacobsen og Høgni Joensen, valdir av býráðnum, Vár í Ólavsstovu fyri Rithøvundafelagið og Malan Marnersdóttir fyri Fróðskaparsetrið. Eingin formaður er í nevndini, men fastur skrivari er býarbókavørðurin.

Vár heiðrað við barnamentanarheiðursløn
Barnamentanarheiðurslønin í 2018 varð latin Vár Berghamar Jacobsen, sum seinastu mongu árini hevur latið sítt drúgva íkast til føroyska barnamentanarpallin. Hon hevur skrivað og leikstjórnað sjónvarpsrøðina Likkulikkuleia, sum hon saman við ommuni úr Dali gjørdi til fólkaogn.
Hon hevur m.a. eisini skrivað útvarpsleikin Luddi og Lundisa, leikritið til jólakalendaran og sangleikin Jól í grannalagnum og verið við til at geva út søgufløguna Søguskrínið.
Í vár setti hon leikin um Ludda og Lundisu á pall, og seinni í ár kom eisini søgan um tey bæði út í vakrari myndprýddari bók. Søgan um fitta lundaparið Ludda og Lundisu er skrivað á løttum og livandi máli við fangandi rímum, sum eru við til at menna málið hjá børnum.
“Vár hevur við sínum fjølbroyttu gávum og livandi hugflogi givið føroyskum børnum ein litríkari og stuttligari heim at liva í”, sigur nevndin millum annað í grundgeving sínari.
Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs eru 35.000 kr.

Í nevndini fyri Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs eru Gunvør Balle, formaður í mentamálanevndini og fastur limur, Malan Hilmarsdóttir, barnabókavørður á Býarbókasavninum, skrivari og fastur limur, Bjørg Dam og Tráin Petursson Nónklett, valdar av býráðnum, og Marin Joensen, vald fyri skúlabókavørðirnar við kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu.

Ongin virðisløn varð latin fyri yrkisbókmentir í 2018.

Tilfar