Dagføring av føroysku flokkingarskipanini
Eftir at tann danska DK5-skipanin er dagførd fleiri ferðir, hildu vit, at tíðin var komin at endurskoða ta føroysku. Vit halda okkum tó framvegis í høvuðsheitum til donsku skipanina, sum verður nýtt saman við tí føroysku.
Í teimum bólkum, har broytingar eru gjørdar, er hetta viðmerkt og somuleiðis í nýggjum bólkum.
Skipaða evnisyvirlitið er eisini dagført, meðan evnisorðaskráin ikki er tikin við.
10-talsskipanin fyri bókasøvn verður bara givin út í teldutøkari útgávu, og møguligar rættingar verða settar inn so hvørt.
Víðkanin og endurskoðanin av føroyska partinum av flokkingarskipanini hevur frá byrjan verið eitt samstarv millum Landsbókasavnið og Býarbókasavnið og er tað enn. Tað eru teir tríggir bókavørðirnir, Laura Vinther frá Landsbókasavninum og Johanna Cathrina Mørkøre og Randi Nolsøe frá Býarbókasavninum, sum hava endurskoðað flokkingarskipanina.