-
Tíðindi
Jógvan og Trond fáa M. A. Jacobsens virðislønir Tórshavnar býráðs 2021
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 verður latin Jógvani í Lon Jacobsen, professara í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, fyri verkið Føroysk purisma. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2021 verður latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø. Í ár varð ongin virðisløn latin fyri fagrar bókmentir. -
Tíðindi
Dánial og Annika fingið Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2021 varð latin Anniku Øyrabø Jacobsen og Dániali Hoydal fyri bókina Abbi og eg og abbi. -
Tíðindi
Søla av brúktum bókum 15. - 20. juni 2022
Vit selja brúkt bókasavnstilfar. Prísurin lækkar hvønn dag. -
Tíðindi
Søla av brúktum bókum 15.-20. februar 2023
Vit selja brúkt bókasavnstilfar. Prísurin lækkar hvønn dag. -
-
Tíðindi
Ranvør og Kári á Barnabókasavninum 20. nov. 2021, kl. 15.00
Ranvør lesur og Kári syngur á Barnabókasavninum. -
-
-
Tíðindi
Lesiavbjóðing summarið 2023
Ert tú millum 6 og 15 ár, kanst tú luttaka í Summarbókini 2023 og vera við í lutakasti um góðar vinningar -
Tíðindi
Lív, Jógvan, Hjalmar, Marjun og Rakel fáa mentanarvirðislønir Tórshavnar býráðs 2020
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2020 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi. Vegna koronu var tiltakið bara fyri virðislønarmóttakararnar. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Lív Maria Róadóttir Jæger. Jógvan D. Hansen varð heiðraður fyri mentanaravrik. Hjalmar P. Petersen varð heiðraður fyri yrkisbókmentir. Tvær barnamentanarheiðurslønir vórðu latnar, onnur til Marjuna Syderbø Kjelnæs og hin til Rakel Helmsdal.