-
-
-
Tíðindi
Rannvá, Edward og Vár fingu virðislønir
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2018 vórðu í dag latnar á almennari samkomu í Müllers pakkhúsi. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Rannvá Holm Mortensen, meðan Edward Fuglø varð heiðraður fyri mentanaravrik. Barnamentanarheiðurslønin varð latin, Vár Berghamar Jacobsen. -
Tíðindi
Dagføring av føroysku flokkingarskipanini
Í tí donsku flokkingarskipanini, DK5, Decimalklassedeling, eru Føroyar og føroysk viðurskifti yvirhøvur flokkað sum ein partur av Danmark, men nakrir serføroyskir høvuðsbólkar vórðu kortini fyri nógvum árum síðani gjørdir á Landsbókasavninum og brúktir av føroysku bókasøvnunum. Í 1992 kom "10-talsskipan fyri bókasøvn 92" á fyrsta sinni. Hetta var ein skipan, sum í størri mun tók atlit til føroysk viðurskifti.