Bindiskeið, plakat, eyka skeið
Bindiskeið, plakat, eyka skeið

Bindiskeið - Eyka skeið - Fullteknað

Kort nyt
08.02.22
Eyka skeið sett á skrá. Ókeypis luttøka. Aftur fullteknað.

Orsakað av stórum áhuga fyri fyrra skeiðinum hava vit sett eitt nýtt skeið á skránna. Innihaldið er tað sama sum á skeiðinum tann 9. februar.

Tað er Sára Mrdalo frá fyritøkuni Navia, sum hevur bindiskeið á Býarbókasavninum hóskvøldið 17. februar 2022 klokkan 19.00 - 21.30.

Vit fara at binda ymisk strukturmynstur og holmynstur. Eisini fara vit at binda raglan og at knýta "the magic knot".

At hava við :

  • Ermastokkar nr. 4 umleið
  • Hóskandi tógv, minst tveir ymiskar ljósar litir
  • Saks

Øll, sum luttaka, fáa eina bindibók frá Navia, uppskriftir og ein avsláttarseðil á 20% galdandi í eina viku í Navia-handlunum.

Tilmelding í avgreiðsluni ella á telduposti: bbs@bbs.fo

Verið vælkomin!

Materialer