Nýta teldur, prenta, kopiera og skanna

Á bókasavninum kanst tú nýta teldur, prenta, kopiera og skanna. Eisini kanst tú kopiera, laminera og binda inn A4-ørk.

Teldur, skannari og printarar

Nýtslan er ókeypis, men tað kostar at printa út. Prísirnir eru teir somu sum fyri kopiering, sí niðanfyri.
Tá tú skannar, skalt tú samstundis áseta eina teldupostadressu, hagar maskinan skal senda skannaða tilfarið.

Kopiering, laminering og innbinding

Fyri kopiering er kostnaðurin 1 kr. fyri arkið í A5-stødd, 2 kr. fyri A4 og 4 kr. fyri A3.
Fyri litkopi er kostnaðurin 2,50 kr. fyri A5, 5 kr. fyri A4 og 10 kr. fyri A3.
Glæra kostar 1 kr. aftrat gjaldinum fyri kopi.
Laminering kostar 2 kr. fyri A5, 3 kr. fyri A4 og 5 kr. fyri A3.