Veggjatekningar
Veggjatekningar
Leikasavnið
Leikasavnið
Upplatingartíðir
Upplatingartíðir
Nógvar bøkur
Nógvar bøkur
Sofa
Sofa
Svar

Vit hava drigið tríggjar hepnar vinnarar

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Hanne Magnussen
17.10.23
Býarbókasavnið ER opið sunnudagar

... og tíbetur høvdu næstan øll svarað hesum spurninginum rætt.

Heystfrítíðin er farin aftur um bak, og 66 luttóku í spurnakappingini, har allir spurningarnir snúðu seg um bókasavnið.

Vit hava drigið tríggjar hepnar vinnarar, sum hava fingið hvør sítt gávukort á 300 krónur til H.N. Jacobsens bókahandil. Vinnararnir hava fingið beinleiðis boð.

Røttu svarini eru her:

Hvør hevur teknað tekningarnar á veggjunum í matpakkarúminum?
Tað hevur Bárður Oskarsson, og tekningarnar á veggjunum eru eitt bland av ymiskum bókum.

Hvat er eitt leikasavn?
Tað er eitt stað, har tú kanst læna leikur, akkurát sum tá tú lænir bøkur.

Er Býarbókasavnið opið sunnudag?
JA, sunnudagar er bókasavnið opið kl. 14 – 17.

Hvussu nógvar bøkur kanst tú læna í senn?
Tú kanst læna so nógvar, sum tú hevur hug til (ella so nógvar, sum tú orkar at bera)

Hvussu vorðin er sofan á ungdómsbókasavninum?
Hon er vakurt gul, men ofta sært tú ikki so væl litin, tí at hon er full í fólki.

Takk fyri eina góða heystfrítíð á bókasavninum!