• Tegneserie

Tíggju knívar í hjartað

Rithøvundur: Nora Dåsnes (2023)
Grafisk skaldsøga um 12 ár gomlu Tóru, sum akkurát er byrjað í sjeynda flokki. Komandi skúlaár ætlar hon at fáa kulan stíl og kanska blíva forelskað. Hon vil eisini gjarna byggja eina kula smáttu í skóginum við bestu vinkonunum hjá sær, Bao og Linneu. Men okkurt er hent í summarferiuni: Linnea hevur fingið sjeik og gongur knappliga bara upp í klæðir, at vera á telefonini og tosa um forelskilsi. Bao, hinvegin, tímir yvirhøvur ikki at hoyra um dreingir, lipgloss ella nakað sum líkist. Tóra verður noydd at velja millum tær báar vinkonurnar, samstundis sum hon byrjar at fáa nakrar kenslur, sum hon ongantíð hevur havt fyrr, tá hon møtir nýggju gentuni í flokkinum

Eintøk á bókasavninum

Heintar upplýsingar um eintøkini hjá bókasavninum...