• Bog

Familjufløkjur : tá ið foreldur sleppa, og børn lofta

Rithøvundur: Súsanna O. Skaale (2023)
Tá ið foreldur eru rúsbundin, rakar tað børnini. Markloysi, skomm og ótryggleiki kunnu vera nakrir av trupulleikunum, ið hesi børn stríðast við, og sum eisini kann ávirka tey sum vaksin. Hetta eru ikki trupulleikar, sum bara tey, ið hava rúsbundin foreldur, stríðast við. Sálarsjúka - ella okkurt heilt triðja - kann eisini gera, at vaksin hava trupult við at átaka sær foreldraleiklutin, og barnið tí endar við at vera foreldur at sínum foreldrum. Bókin lýsir sjey evni, ið hesi kunnu stríðast við. Hon gevur eisini boð uppá, hvussu ein kann læra seg at siga frá, seta persónlig mørk, og taka ábyrgd av sær sjálvum heldur enn trupulleikunum hjá foreldrunum

Eintøk á bókasavninum

Heintar upplýsingar um eintøkini hjá bókasavninum...