Lesiringar byrja aftur
Lesiringar byrja aftur

Um tiltakið

Tíð
18:30 - 20:00
Kostnaður
Ókeypis
Bókasavn
Málbólkur

Lesiringar hittast

Einaferð um mánaðin hittast vit at tosa um bókina, vit hava lisið.

Vit tosa um bøkurnar, vit hava lisið, og fáa okkum ein drekkamunn afturvið.

Býarbókasavnið hevur í mong ár skipað fyri lesiringakvøldum, har fólk hava høvi at hittast eina ferð um mánaðin fyri at tosa um eina ávísa bók, sum øll hava lisið.

Tað er ókeypis at luttaka í lesibólki. Bókasavnið leggur høli til og hjálpir at útvega bøkurnar, ið lisnar verða.

Vit hittast vanliga fyrsta mánakvøld í hvørjum mánaði kl. 18.30-20.00.

Skráin vetrarhálvuna 2023/24:

4. september er fyrsti stovnandi fundur
2. oktober 2023
6. november 2023
4. desember 2023
8. januar 2024
5. februar 2024
4. mars 2024
8. apríl 2024 vegna páskafrí

Hevur tú hug at vera við í lesiringi, ert tú vælkomin at skriva til Vígdis Bjarnadóttir ella ringja 302030

Frámerki