Hollendsk bókasøla
Nú kanst tú gera kvettið - hvussu leingi torir tú at bíða?
Heystsølan av kasseraðum bókasavnstilfari byrjar mánadagin 7. oktober.
Í døgunum 7.-13. oktober selja vit brúktar bøkur, tíðarrit, tónleik og annað tilfar eftir hollendskari fyrimynd - prísurin lækkar hvønn dag.
Hvussu leingi torir tú at bíða?
Mánadag er prísurin 20 krónur
Týsdag 15 krónur
Mikudag 10 krónur
Hósdag 5 krónur
Fríggjadag 10 krónur fyri ein fullan posa
Leygardag og sunnudag er alt ókeypis
Frámerki