Ársfrágreiðing 2021
Ársfrágreiðing 2021

Eitt livandi bókasavn

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
04.05.22
Ársfrágreiðingin fyri 2021 er júst liðug og staðfestir m.a., at Býarbókasavnið livir sítt fríska lív.

Fleiri enn 80.000 vitjanir vóru á Býarbókasavninum í Havn í 2021. Hetta gevur eitt miðaltal upp á eini 220 fólk hvønn dag í árinum, og hetta er tískil kanska mest vitjaði mentanarstovnur í landinum. Eisini eru 841 nýggir brúkarar skrásettir í farna ári.

Áhugavert er eisini at síggja, at umleið 20% av øllum útláni nú eru e-bøkur og ljóðbøkur. Higartil eru hesar tíverri bert á útlendskum máli, men vit gleða okkum, til vit vónandi skjótt sleppa at bjóða lán av føroyskum e-bókum og ljóðbókum, sum stórur eftirspurningur er eftir hvønn dag.

Nógv og fjølbroytt tiltøk til børn og vaksin hava eisini verið í árinum, og hevur undirtøkan verið góð.

Les meira í ársfrágreiðingini her.