Føroysk vitanarframleiðsla atkomulig
Føroysk vitanarframleiðsla atkomulig

Føroysk vitanarframleiðsla

Stutt tíðindi
Rithøvundur: Svend Højgaard
17.01.23
Á ojs.setur.fo ber nú til at finna og lesa allar greinar, sum eru givnar út í Fróðskaparritum. Talan er í løtuni um 667 greinar.

Føroyska framleiðslu plaga vit at fegnast um, og nú er aftur høvi at fegnast. Fróðskaparsetur Føroya skrivar m.a. soleiðis á heimasíðu síni:

Forlagið Fróðskapur gevur nú øllum fría talgilda atgongd til útgávur forlagsins. Á ojs.setur.fo ber nú til at finna og lesa allar greinar, sum eru givnar út í Fróðskaparritum. Talan er í løtuni um 667 greinar síðani 1952.

Eisini er yvirlit yvir allar bøkur, sum Fróðskapur hevur givið út síðani 2005. Av hesum 68 bókunum eru 49 lagdar frítt út. Nakrar bøkur afturat verða væntandi lagdar út skjótt. Ætlanin er at leggja bøkur, sum eru eldri enn 2 ár ella ikki longur geva forlagnum inntøkur, frítt út.

Endamálið við hesi síðuni er at geva øllum, leikum sum lærdum, lætta og ókeypis atgongd til vísindatilfar um Føroyar, í fleiri førum á føroyskum, men eisini á donskum og enskum.

Les greinina hjá Fróðskaparsetrinum í fullari longd

Býarbókasavnið hevur millum annað til endamáls at varpa ljós á vitan og grunnar, sum okkara brúkarar kunnu fáa gagn av.