-
Tíðindi
Dánial og Annika fingið Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2021 varð latin Anniku Øyrabø Jacobsen og Dániali Hoydal fyri bókina Abbi og eg og abbi. -
Tíðindi
Jógvan og Trond fáa M. A. Jacobsens virðislønir Tórshavnar býráðs 2021
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 verður latin Jógvani í Lon Jacobsen, professara í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, fyri verkið Føroysk purisma. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2021 verður latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø. Í ár varð ongin virðisløn latin fyri fagrar bókmentir. -
Tiltak
Frátiknar jólabøkur bíliga til sølu
Frá hósdegi 1. til mánadag 5. desember ber til at ogna sær eina bíliga brúkta jólabók. -
Tíðindi
“Abbi og eg og abbi” fingið barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins
Býarbókasavnið ynskir teimum hjartaliga til lukku við heiðrinum. -
Tíðindi
Bókavørður til Býarbókasavnið
Starv sum bókavørður er leyst at søkja á Býarbókasavninum at byrja 1. mars 2021 ella skjótast til ber. Arbeiðstíðin er 29.25 tímar um vikuna. -
Tíðindi
Bókavørður til Býarbókasavnið
Starv sum bókavørður er leyst at søkja á Býarbókasavninum at byrja skjótast til ber. Arbeiðstíðin er 39 tímar um vikuna. -
Tíðindi
Lív, Jógvan, Hjalmar, Marjun og Rakel fáa mentanarvirðislønir Tórshavnar býráðs 2020
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2020 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi. Vegna koronu var tiltakið bara fyri virðislønarmóttakararnar. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Lív Maria Róadóttir Jæger. Jógvan D. Hansen varð heiðraður fyri mentanaravrik. Hjalmar P. Petersen varð heiðraður fyri yrkisbókmentir. Tvær barnamentanarheiðurslønir vórðu latnar, onnur til Marjuna Syderbø Kjelnæs og hin til Rakel Helmsdal. -
Tíðindi
1. bókavørður/varaleiðari ella bókavørður til Býarbókasavnið
Starvið sum 1. bókavørður/varaleiðari ella í øðrum lagi bókavørður er aftur leyst at søkja á Býarbókasavninum. -
Tíðindi
Søla av brúktum bókum 19.-25. oktober
Vit selja brúkt bókasavnstilfar eftir hollendskari fyrimynd - prísurin lækkar hvønn dag -
Tíðindi
Søla av brúktum bókum 13.-17. september
Kom og ger kvettið! Brúktar bøkur fáast fyri lítið og lætt.