-
Tíðindi
“Abbi og eg og abbi” fingið barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins
Býarbókasavnið ynskir teimum hjartaliga til lukku við heiðrinum. -
Tíðindi
Ein nýggjur háttur at finna næstu góðu bókina
Onkuntíð hevur tú hug at lesa eina bók, men veitst ikki, hvørja tú skalt velja, og úrvalið av føgrum bókmentum á bókasavninum, í bókahandlinum og á heimasíðunum er alt ov stórt. Men nýggja bókasavnsamboðið Lesikumpassin kann vísa tær veg, so tú lættliga finnur næstu góðu bókina. -
Tíðindi
Kristi himmalsferðardag er stongt
Kristi himmalsferðardag er bókasavnið stongt. Tó er altíð atgongd til teldutøkt tilfar, grunnar og tænastur umvegis okkara heimasíðu www.bbs.fo, m.a. undir yvirskriftini E-bókasavnið. Vit ynskja øllum ein góðan Kristi himmalsferðardag. -
Tiltak
Býarbókasavnið bjóðar ukrainskum flóttafólkum á gátt
Hósdagin 7. juli verður bókasavnskunning fyri ukrainar frá kl.14 til 15. Starvsfólk fara at hava rundvísing og fara at kunna um tær tænastur, sum bókasavnið veitir. Kunningin fer fram á enskum, men ukrainskur tulkur verður til staðar, so tey, sum ikki skilja enskt, eisini kunnu fáa alt við. Samstundis verður hetta eisini ein hugnalig løta, og børnini fáa søgu á ukrainskum. -
Tíðindi
Dagføring av føroysku flokkingarskipanini
Í tí donsku flokkingarskipanini, DK5, Decimalklassedeling, eru Føroyar og føroysk viðurskifti yvirhøvur flokkað sum ein partur av Danmark, men nakrir serføroyskir høvuðsbólkar vórðu kortini fyri nógvum árum síðani gjørdir á Landsbókasavninum og brúktir av føroysku bókasøvnunum. Í 1992 kom "10-talsskipan fyri bókasøvn 92" á fyrsta sinni. Hetta var ein skipan, sum í størri mun tók atlit til føroysk viðurskifti. -
Tiltak
MEIR UM MANGA
Kom og hoyr um manga – um upprunan, tey ymisku sløgini av manga, og hvat manga hevur ment seg til í dag. -
Tíðindi
Spælistovan er týsdag og hósdag kl. 10-13
Spælistovan Blóman er flutt oman á Býarbókasavnið og er hvønn týsdag og hósdag kl. 10-13 á 3. hædd. -
Tíðindi
Stongt hvítusunnudag og annan hvítusunnudag
Býarbókasavnið er stongt á hvítusunnu 23. og 24. mai. -
Tiltak
Fá skil á tínum pengaviðurskiftum
Hvussu kann eg skapa eitt lív, har eg havi skil á mínum pengaviðurskiftum, so eg fái ró og yvirskot at liva tað lívið, eg sjálv droymi um? Eitt lív, har tað er líkamikið, um tað er 5. ella 25. í mánaðinum og mai ella desember? -
Tíðindi
Jólasøgur og -prýði til børn og familjur
Hugnaligt og friðsælt tiltak til børn og barnafamiljur