-
Tíðindi
Jógvan og Trond fáa M. A. Jacobsens virðislønir Tórshavnar býráðs 2021
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 verður latin Jógvani í Lon Jacobsen, professara í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, fyri verkið Føroysk purisma. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2021 verður latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø. Í ár varð ongin virðisløn latin fyri fagrar bókmentir. -
Tíðindi
Lív, Jógvan, Hjalmar, Marjun og Rakel fáa mentanarvirðislønir Tórshavnar býráðs 2020
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2020 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi. Vegna koronu var tiltakið bara fyri virðislønarmóttakararnar. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Lív Maria Róadóttir Jæger. Jógvan D. Hansen varð heiðraður fyri mentanaravrik. Hjalmar P. Petersen varð heiðraður fyri yrkisbókmentir. Tvær barnamentanarheiðurslønir vórðu latnar, onnur til Marjuna Syderbø Kjelnæs og hin til Rakel Helmsdal. -
Tíðindi
Ein nýggjur háttur at finna næstu góðu bókina
Onkuntíð hevur tú hug at lesa eina bók, men veitst ikki, hvørja tú skalt velja, og úrvalið av føgrum bókmentum á bókasavninum, í bókahandlinum og á heimasíðunum er alt ov stórt. Men nýggja bókasavnsamboðið Lesikumpassin kann vísa tær veg, so tú lættliga finnur næstu góðu bókina. -
Tiltak
Býarbókasavnið bjóðar ukrainskum flóttafólkum á gátt
Hósdagin 7. juli verður bókasavnskunning fyri ukrainar frá kl.14 til 15. Starvsfólk fara at hava rundvísing og fara at kunna um tær tænastur, sum bókasavnið veitir. Kunningin fer fram á enskum, men ukrainskur tulkur verður til staðar, so tey, sum ikki skilja enskt, eisini kunnu fáa alt við. Samstundis verður hetta eisini ein hugnalig løta, og børnini fáa søgu á ukrainskum. -
Tíðindi
Dagføring av føroysku flokkingarskipanini
Í tí donsku flokkingarskipanini, DK5, Decimalklassedeling, eru Føroyar og føroysk viðurskifti yvirhøvur flokkað sum ein partur av Danmark, men nakrir serføroyskir høvuðsbólkar vórðu kortini fyri nógvum árum síðani gjørdir á Landsbókasavninum og brúktir av føroysku bókasøvnunum. Í 1992 kom "10-talsskipan fyri bókasøvn 92" á fyrsta sinni. Hetta var ein skipan, sum í størri mun tók atlit til føroysk viðurskifti. -
Tíðindi
Rannvá, Edward og Vár fingu virðislønir
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2018 vórðu í dag latnar á almennari samkomu í Müllers pakkhúsi. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Rannvá Holm Mortensen, meðan Edward Fuglø varð heiðraður fyri mentanaravrik. Barnamentanarheiðurslønin varð latin, Vár Berghamar Jacobsen. -
Tíðindi
Dánial og Annika fingið Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2021 varð latin Anniku Øyrabø Jacobsen og Dániali Hoydal fyri bókina Abbi og eg og abbi. -
Tíðindi
Pippi Langsokkur vann barnavalið á Býarbókasavninum
Nú er liðugt talt á Býarbókasavninum, og úrslitið er klárt. Tað var tætt í toppinum, men Pippi Langsokkur vann sannførandi við 73 atkvøðum. Pippi lovaði at syrgja fyri longri summarferiu, so nú verður spennandi at vita, hvussu hon fer at fáa tað framt í verki. -
Tíðindi
Appin til eReolen riggar aftur
E-bøkurnar kunnu lesast á PC og Mac, og tú kanst heinta appir til snildtelefon og teldil, bæði iPhone/iPad og Android. Øll, sum eru skrásett sum lánarar á Býarbókasavninum, kunnu nýta eReolen. -
Síða
Nýta teldur, prenta, kopiera og skanna
Á bókasavninum kanst tú nýta teldur, prenta, kopiera og skanna. Eisini kanst tú kopiera, laminera og binda inn A4-ørk.