-
Tíðindi
Bókasavnið opið kl. 10-18
Frá mánadegnum 11. mai verður bókasavnið opið kl. 10-18 fyri innlating og lán av bíløgdum tilfari -
-
Tíðindi
Spælistovan er týsdag og hósdag kl. 10-13
Spælistovan Blóman er flutt oman á Býarbókasavnið og er hvønn týsdag og hósdag kl. 10-13 á 3. hædd. -
Tíðindi
Jógvan og Trond fáa M. A. Jacobsens virðislønir Tórshavnar býráðs 2021
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 verður latin Jógvani í Lon Jacobsen, professara í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, fyri verkið Føroysk purisma. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2021 verður latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø. Í ár varð ongin virðisløn latin fyri fagrar bókmentir. -
Tiltak
Amnesty International: Skriva fyri lívi
Skriva fyri lívi á Býarbókasavninum fríggjadagin 30. november kl. 10-14 og leygardagin 1. desember kl. 10-17 -
Tiltak
Barnaval 2019
Mánadagin 26. august verður atkvøðukassin settur upp á barnabókasavninum, og tað fer at bera til at atkvøða til 31. august kl. 17, tá valstaðið letur aftur. Atkvøðuseðil fæst á valstaðnum, og valrætt hava øll, sum eru 12 ár og yngri og ómyndig. -
Tíðindi
Dánial og Annika fingið Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2021 varð latin Anniku Øyrabø Jacobsen og Dániali Hoydal fyri bókina Abbi og eg og abbi. -
Tíðindi
Kollasjuverkstova við Kirstini Helgadóttir 31. okt. 2021
Kom og ger tínar egnu myndir úr burturbeindum bókasavnstilfari. -
Tíðindi
Fólkabókasavnið í broyting - 17. nov. kl. 19-20
Pallborðskjak um endamál, uppgávur og raðfestingar verður á Býarbókasavninum -
Tíðindi
Søla av brúktum bókum 15. - 21. mars
Vit selja brúkt bókasavnstilfar eftir hollendskari fyrimynd - prísurin lækkar hvønn dag.