-
Tíðindi
Dánial og Annika fingið Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs 2021 varð latin Anniku Øyrabø Jacobsen og Dániali Hoydal fyri bókina Abbi og eg og abbi. -
Tíðindi
Jógvan og Trond fáa M. A. Jacobsens virðislønir Tórshavnar býráðs 2021
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 verður latin Jógvani í Lon Jacobsen, professara í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, fyri verkið Føroysk purisma. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2021 verður latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø. Í ár varð ongin virðisløn latin fyri fagrar bókmentir. -
Tíðindi
Lív, Jógvan, Hjalmar, Marjun og Rakel fáa mentanarvirðislønir Tórshavnar býráðs 2020
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2020 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi. Vegna koronu var tiltakið bara fyri virðislønarmóttakararnar. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Lív Maria Róadóttir Jæger. Jógvan D. Hansen varð heiðraður fyri mentanaravrik. Hjalmar P. Petersen varð heiðraður fyri yrkisbókmentir. Tvær barnamentanarheiðurslønir vórðu latnar, onnur til Marjuna Syderbø Kjelnæs og hin til Rakel Helmsdal. -
Tíðindi
Lestrarhøli á Býarbókasavninum í summar
Aftur í summar bjóðar Tórshavnar kommuna lesandi at sita á Býarbókasavninum. Lestrarhølini verða á ovastu hæddini, har lesandi kunnu sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars -
Tiltak
Lestrarhøli á Býarbókasavninum í summar
Aftur í summar bjóðar Tórshavnar kommuna lestrarhøli, har lesandi kunnu sita í friði og náðum og arbeiða við uppgávum og lestri annars. -
Tíðindi
Vígdis nýggjur varaleiðari
Tórshavnar kommuna hevur sett Vígdis Bjarnadóttir í starv sum 1. bókavørð og varaleiðara á Býarbókasavninum -
Tiltak
Virðislønahandan
Virðisløn M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verða handaðar í Müllers Pakkhúsi hósdagin 3. oktober kl. 17 -
-
Tiltak
Virðislønahandan í Müllers pakkhúsi
Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verða handaðar í Müllers Pakkhúsi hósdagin 8. november kl. 17. -
Tíðindi
Læn ein elorkumátara
Nú kunnu borgarar í Tórshavnar kommunu, skúlar og onnur læna ein elorkumátara á bókasavninum.