-
Tíðindi
Dagføring av føroysku flokkingarskipanini
Í tí donsku flokkingarskipanini, DK5, Decimalklassedeling, eru Føroyar og føroysk viðurskifti yvirhøvur flokkað sum ein partur av Danmark, men nakrir serføroyskir høvuðsbólkar vórðu kortini fyri nógvum árum síðani gjørdir á Landsbókasavninum og brúktir av føroysku bókasøvnunum. Í 1992 kom "10-talsskipan fyri bókasøvn 92" á fyrsta sinni. Hetta var ein skipan, sum í størri mun tók atlit til føroysk viðurskifti. -
Tíðindi
Livandi bøkur, samrøðutiltak 26. nov. kl. 17-21
Vælkomin á bókasavnið til eitt hugnaligt og upplýsandi kaféprát. -
Tiltak
Livandi bøkur, samrøðutiltak, 26. nov. kl. 17-21
Kom inn á bókasavnið til eitt hugnaligt og upplýsandi kaféprát. -
Tíðindi
Jógvan og Trond fáa M. A. Jacobsens virðislønir Tórshavnar býráðs 2021
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2021 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi hóskvøldið 7. oktober 2021. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2021 verður latin Jógvani í Lon Jacobsen, professara í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, fyri verkið Føroysk purisma. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2021 verður latin Trond Trosterud, professara í máltøkni á universitetinum í Tromsø. Í ár varð ongin virðisløn latin fyri fagrar bókmentir. -
Tíðindi
Lív, Jógvan, Hjalmar, Marjun og Rakel fáa mentanarvirðislønir Tórshavnar býráðs 2020
Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2020 vórðu latnar í Müllers pakkhúsi. Vegna koronu var tiltakið bara fyri virðislønarmóttakararnar. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Lív Maria Róadóttir Jæger. Jógvan D. Hansen varð heiðraður fyri mentanaravrik. Hjalmar P. Petersen varð heiðraður fyri yrkisbókmentir. Tvær barnamentanarheiðurslønir vórðu latnar, onnur til Marjuna Syderbø Kjelnæs og hin til Rakel Helmsdal. -
-
Tiltak
Umhvørvisvikan 2022 - 2.-7. mai
Bókasavnið hevur tvey tilboð í sambandi við umhvørvisvikuna 2022. -
Tiltak
Barnaval 2019
Mánadagin 26. august verður atkvøðukassin settur upp á barnabókasavninum, og tað fer at bera til at atkvøða til 31. august kl. 17, tá valstaðið letur aftur. Atkvøðuseðil fæst á valstaðnum, og valrætt hava øll, sum eru 12 ár og yngri og ómyndig. -
Tíðindi
Starvsfólk til Býarbókasavnið
Søkt verður eftir einum starvsfólki til Býarbókasavnið at arbeiða 27 tímar um vikuna frá 1. mars 2021 ella skjótast til ber. -
Tíðindi
Bókavørður til Býarbókasavnið
Starv sum bókavørður er leyst at søkja á Býarbókasavninum at byrja 1. mars 2021 ella skjótast til ber. Arbeiðstíðin er 29.25 tímar um vikuna.