-
Tíðindi
Dagføring av føroysku flokkingarskipanini
Í tí donsku flokkingarskipanini, DK5, Decimalklassedeling, eru Føroyar og føroysk viðurskifti yvirhøvur flokkað sum ein partur av Danmark, men nakrir serføroyskir høvuðsbólkar vórðu kortini fyri nógvum árum síðani gjørdir á Landsbókasavninum og brúktir av føroysku bókasøvnunum. Í 1992 kom "10-talsskipan fyri bókasøvn 92" á fyrsta sinni. Hetta var ein skipan, sum í størri mun tók atlit til føroysk viðurskifti. -
Tíðindi
Vit takka øllum, sum tóku lut í okkara lesiavbjóðing, Summarbókini 2022
44 ørk komu inn, og vit hava kastað lut og sent boð til tey hepnu. Kári 11 ár, Halla Sofía 6 ár og Rakul 11 ár hava vunnið hvør sítt gávukort at nýta í Gamla bókahandli. Tey gera sjálvi av, um gávukortið skal brúkast til eina bók ella okkurt heilt annað. -
Tíðindi
Starvsfólk til Býarbókasavnið
Søkt verður eftir einum starvsfólki til Býarbókasavnið at arbeiða hálva tíð (19,5 t.) at byrja skjótast til ber. -
Tíðindi
Viðmældar bøkur
Listi við 11 bókum, sum bókavørðir viðmældu tann 31. mars 2021 á várbókakafé. -
Tiltak
Barnaval 2019
Mánadagin 26. august verður atkvøðukassin settur upp á barnabókasavninum, og tað fer at bera til at atkvøða til 31. august kl. 17, tá valstaðið letur aftur. Atkvøðuseðil fæst á valstaðnum, og valrætt hava øll, sum eru 12 ár og yngri og ómyndig. -
Tíðindi
Starvsfólk til Býarbókasavnið
Hevur tú sans fyri miðlan og PR, dugir tú væl við sosialum miðlum, og ert tú áhugað/-ur í at arbeiða á einum livandi og fjølbroyttum bókasavni? So er hetta kanska starvið til tín -
Tíðindi
Umhvørvisvikan - tiltøk á Býarbókasavninum
Tvey tiltøk verða á Býarbókasavninum í sambandi við Umhvørvisvikuna 2019 -
Tiltak
Frátiknar jólabøkur bíliga til sølu
Frá hósdegi 1. til mánadag 5. desember ber til at ogna sær eina bíliga brúkta jólabók. -
Tíðindi
Norðurlendsk virðisløn til Træið
Myndabókin "Træið" (Føroya Lærarafelag 2017) eftir Bárð Oskarsson fekk í gjár barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri 2018. -