Skattaveiða á barnabókasavninum
Mentanarnáttina 7. juni verður skattaveiða á barnabókasavninum
• Børn undir 7 ár skulu telja bókstavirnar, sum vit hava hongt upp í matpakkarúminum
• Børn 7-9 ár skulu finna bókstavirnar og finna navnið á einum kendum persóni úr eini barnabók
• Børn eldri enn 10 ár skulu finna orð í ymsum bókum og gera ein setning burtur úr teimum
Allar loysnir skulu koyrast í bókstavakassan, sum stendur á barnabókasavninum. Allir luttakarar fáa eitt lítið tinganest, og týsdagin kasta vit lut millum røttu loysnirnar.
Ein vinnari verður í hvørjum aldursbólki, og vinningurin er eitt havnarkort á 250 kr.
Frámerki